Seinastu tíðindi
Gulur dagur á Glyvrum
24. august 2017

Fríggjadagin 25. aug fara næmingar og lærarar í Glyvra skúla at hita upp til stóru steypafinaluna, sum verður 26. aug ímillum NSÍ og B36.

Vit møta upp í gulum klæðum. Í skúlanum fara vit at mála okkurt gult á andlitið. Til morgunsang fer Harry Knudsen at syngja NSÍ sangir saman við okkum. Eisini fáa vit vitjan av onkrum NSÍ leikarum. Og man Vespan ikki eisini koma ein túr forbí?

At enda fara vit at fáa NSÍ køku. Lagið verður gott á Glyvrum í morgin. So er bara at hopa at lagið eisini verður gott leygarkvøldið.

Vit á Glyvrum ynskja NSÍ góða eydnu við dystinum.