Seinastu tíðindi
Jazzkonsert fyri miðdeildini
28. januar 2020

Týsdagin var spennandi tiltak í skúlanum við Løkin. Listaleypurin var og vitjaði við einari jazzverkstovu.

Undirvísararnir vóru úr Noregi, og arbeiða dagliga við hesum konseptinum 'JazzKids'. Við sær høvdu tey 4 næmingar, 2 úr Noregi, 1 úr Danmark og eina úr Føroyum. Hesar vóru hóast sín unga aldur sera væl fyri á sínum ljóðførum. 

Nakrir næmingar úr 5. flokki vóru á verkstovuni, sum byrjaði við, at tey lærdu eitt sindur um jazzimprovisering. Hetta skuldu tey so brúka á konsertini, sum verkstovan skuldi enda við.

Umleið á middegi fóru dyrnar so upp í Løkshøll, og næmingar úr miðdeildini streymaðu inn. Spent at hoyra, hvat nú fór at henda.

Konsertin byrjaði við at lærari og næmingar frá 'JazzKids' spældu nøkur løg og presenteraðu okkum fyri jazzinum. Vit sluppu at hoyra brot úr jazzsøguni heilt frá fyrst í 1900 talinum og fram til í dag. Tey spældu løg frá teimum ymisku tíðarbilunum í jazzinum, og hetta komu tey sera væl frá.

So var tíðin komin til tað mest spennandi. Nú sluppu okkara næmingar eisini at royna seg. Tey runnu fram á pall og settust við ljóðførini. Lagið byrjaði, og ein fyri ein spældu tey sína improvisatión. Hetta fall í góða jørð, og áskoðarafjøldin klappaði eftir soloirnar - akkurát sum man ger, tá mann er til 'ordiliga' jazzkonsert. 

Ein sera góð jazzkonsert, sum bæði børn og vaksin vóru glað fyri. 

Tað ber til at hoyra JazzKids á Vetrarjazzi í Havn í vikuskiftinum.

Listaleypurin, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið, veitir listarlig tiltøk til skúlarnar í Føroyum.