Seinastu tíðindi
8. flokkarnir vitjaðu Ferðslutrygd
21. februar 2020

Ferðslutrygd bjóðar á hvørjum ári øllum 8. flokkunum í landinum á so nevndar "ferðsludagar". Meiningin við hesum døgunum er at vísa næmingunum á, hvørjir vandar og avleiðingar kunnu standast av eitt nú vandamiklari koyring og ikki at brúka trygdarbeltið. Okkara 8. flokkar tóku allir av hesum tilboði.

Umboð fyri koyrilærarar, løgregluna og portørar høvdu ymisk upplegg hvør sær, har tey eisini vístu myndir og videoklipp frá bæði veruligum og uppspunnum ferðsluvanlukkum.

Ein mamma, ið hevur mist sonin í einari ferðsluvanlukku, fortaldi, hvussu tað er at missa. Hetta var ein sterk framløga, og næmingarnir vóru sjónliga ávirkaðir.

Ein sjónleikari hevði eitt "tankaeksperiment", har hann fortaldi næmingunum ein tíðindastubba úr einum donskum blaði um eina ferðsluvanlukku frá veruleikanum. Síðani setti hann næmingarnar í ymiskar støður, ið næmingarnir vóru noyddir at taka støðu til. Hann dugdi sera væl at fanga næmingarnar.

Dagurin endaði við, at næmingarnir sluppu at royna tær sonevndu "promillu-brillurnar". Tað er skíbrillur, ið eru tilgjørdar soleiðis, at brúkarin visuelt følir, hvussu tað er at hava eina promillu á 1,5. 

Dagurin var sera læruríkur, og næmingarnir saman við lærarunum vóru væl nøgdir.