Seinastu tíðindi
Heartbeat group - Listaleypurin í Glyvra skúla
28. oktober 2021

Í morgun høvdu vit vitjan frá listaleypinum.

Listaleypurin hevur á hvørjum ári nógvar ymiskar listarligar framførslur, ið bæði verða framførdar av føroyingum og útlendingum.

Heartbeat group er danskur rútmubólkur. Teir hava, síðan teir vóru ungir, spælt tónleik saman, og í dag framføra teir mest uppá ljóðføri, sum teir hava við hondina. Teir spældu uppá við kroppinum, klappaðu, knippsaðu, slóu á bringuna, síðan tóm pringels, kustar, skrellispannir, dunkar...alt teir kundu finna.

Børnini høvdu vant nakrar rútmur áðrenn framførsluna, og tey hildu hetta vera eitt mega gott tiltak.

Fleiri myndir kunnu síggjast undir Myndasøvn ella við at trýsta her