Seinastu tíðindi
Petur Pan - ein ferð inn í ævintýrheimin
18. januar 2023

So kunnu vit endliga kunngera, at 10. flokkur í Runavíkar og Tofta skúla fer at framføra tann heimskenda leikin Petur Pan í marts 2023!

Komið við á eina dreymaferð til Neverland, har ævintýrdreymar gerast veruleiki, hugflogið verður kveikt, og har kenslur og sansir verða avbjóðaði.

Øll eru hjartaliga vælkomin - ung eins og gomul. Leikurin er í umleið 1 tíma, og vit veita vissu fyri, at tit koma at sita sera væl í okkara góðu stólum inni í Løkshøll!

Petur Pan snýr seg um dreymin at vera verandi barn - óansæð aldur. Í leikinum hitta vit m.a. systkini Wendy, John og Michael, teir burturvilstu dreingirnar, indianarar, sjórænarar og ja, enntá eina krokodillu! Vit tryggja tykkum, at tit koma at flenna og merkja eina heita kenslu av kærleika, spenningi og eina gandakenslu. Við góðum sangum, vakrum palli og stuttligum dansum bjóða vit tykkum at syngja og dansa við.

Leikararnir eru næmingar úr 10. flokki úr Runavíkar og Tofta skúla. Tær báðar aftanfyri leikin eru lærararnir Noomi Reinert og Sharon Sivertsen.

Skúlasýningarnar eru hesar tíðir:

Mánadag 27/3 kl. 12

Týsdag 28/3 kl. 9.30 og kl. 12

Mikudag 29/3 kl. 9.30 og kl. 12

Hósdag 30/3 kl. 9.30 og kl. 12

Fríggjadag 31/3 kl. 9.30

Atgongumerkini fáast til keyps við at skriva á esther.dahl.joensen@skulin.fo ella á tlf. 477331.

"Think of happy thoughts and you'll fly" - Peter Pan