Seinastu tíðindi
Stuttligur kava-, sleðu-, kakao- og fransbreyðsdagur á Glyvrum
18. januar 2023

Mikudagin høvdu vit ein hugnaligan og góðan kavadag á Glyvrum.

Børnini høvdu fingið boð um at vera væl ílatin og hava eina rumpusleðu við, um tey áttu tað.

Brekkan sunnanfyri skúlan bleiv dúgliga skreidd, og eisini brúktu børnini tíð og orku uppá at gera kavamenn, kavaholur, kavarúgvur og mangt annað.

Eftir ein tíma í kavanum høvdu nakrir av lærarunum gjørt heitt kakao og fransbreyð klárt til børnini.

Ein sera hugnaligur dagur. Omanfyri eru nakrar myndir frá degnum, og niðanfyri kunnu tit klikkja tykkum inn á myndasavnið frá degnum.

Fleiri myndir síggjast her