Seinastu tíðindi
Føroyskur dansur á skránni
01. februar 2023

Varastjóri okkara Jónleif brennur fyri føroyska dansinum.

Tey, sum lurta eftir spurnarkappingini í útvarpinum leygarkvøld, hava nokk hoyrt hann vera dómara í spurnarkappingini.

Hann er formaður í Klaksvíkar dansifelag og gongur høgt uppí, at børnini í Runavíkar skúla læra at dansa føroyskan dans.

Í morgun kunnaði hann miðdeild skúlans um, at vit 150 saman við 250 úr øðrum skúlum fara í Norðurlandahúsið at dansa føroyskan dans mikudagin 15. februar.

Í tí sambandi skulu næmingarnir duga at kvøða 10 ørindir av onkrum kvæði, ið tey sjálvi velja. Tey skulu arbeiða í verkstovum.

Annar dansur, ið eisini er partur av føroyska dansinum, er at ríða ediling og dansa bandadans. Hetta sleppa børnini eisini at royna á dansidegnum.

Síðstu árini hava orkestur tikið føroysk kvæðir og latið tey í rockbúna. Eitt av hesum orkestrum er Hamradun. Teir koma at syngja og spæla í Norðurlandahúsinum.