Seinastu tíðindi
Altjóða Down Syndrom dagur
21. mars 2023

Í morgun vóru vit øll savnað inni í kantinuni í skúlanum til framløgu í sambandi við, at tað er altjóða Down Syndrom dagur.

Mia Jóhanna bjóðaði okkum øllum vælkomnum, og síðan sungu vit sangin "Hvør skapti blómurnar,  meðan Mia Jóhanna og vit øll gjørdu tekn til sangin. Tað eru fleiri sangir, ið børnini í skúlanum duga at gera tekn til, tí Mia Jóhanna og Benjamin hava brúkt tekn til at tosa við.

Síðan kom Linda Sunder, mamma Benjamin, at greiða frá um dagin og um hvat tað er, sum ger, at Benjamin, Mia Jóhanna og onnur við Down Syndrom eru øðrvísi.

Við legoklossum greiddi hon frá, at vit øll eru sett saman av 23 kromosompørum, ið er uppskriftin uppá júst tann persón, vit eru. Um vit eru høg ella lág, um vit hava ljóst ella myrkt hár, um vit hava ljós ella myrk eygu osfr. Hesi kromosompør hava vit arvað frá okkara foreldrum.

Vanligt eru tvey kromosom í hvørjum kromosompari, men ikki hjá øllum. Hjá fólkum við Down Syndrom eru trý kromosom í "21. kromosom-pari". Tískil halda vit altjóða Down Syndrom dag 21/3 - 21.mars.

Á okkara skúla hava vit tveir næmingar við Down Syndrom, Benjamin og Miu Jóhannu. Tey vóru við til at gera morgunsangin góðan og læruríkan.

Til síðst vístu tey eisini nýggja filmin, ið lýsir lívið og dagin hjá fólkum við down syndrom.

Takk fyri eina góða morgunløtu.