Seinastu tíðindi
25. apríl - Flaggdagur
25. apríl 2023

Í dag er 25. apríl - flaggdagur

Í Glyvra skúla hevur tað verið siðvenja, at 3.flokkur skipar fyri einum Grækarismessuhaldi og einum flaggdagshaldi.

Bæði tiltøkini plaga at vera sera hugnalig og væl fyriskipað, og í ár var einki undantak.

Mikudagin og hósdagin vóru smærri fyrireikingar gjørdar, og næmingarnir teknaðu sær eitt flagg, ið skuldi brúkast til skrúðgonguna.

Fríggjadagin byrjaði tiltakið við, at allur skúlin gekk skrúðgongu úr Glyvra skúla út til torgið á Høgabóli.

Í allar fagrasta veðri spældu Kári og Hans Michael undir, meðan børnini sungu.

Eftir tað fekk Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, orðið.

Við eini góðari søgu frá sínum barnaárum lýsti hann, hvussu tey fyrireikaðu seg til at fara til flaggdagshald á havnarlagnum í Runavík. 

Hann mintist aftur á, hvussu abbi hansara helt talu um flaggið og tjóðskaparkensluna.

Børnini høvdu eina góða og hugnaliga løtu.

Eftir taluna endaði flaggdagshaldið við, at vit sungu fyrsta ørindið av tjóðsanginum.

Síðan gingu øll í skrúðgongu innaftur í Glyvra skúla, har vit endaðu dagin við at rudda rundan um skúlan í sambandi við, at kommunan hevði almennan ruddingardag leygardagin.

Fleiri myndir frá flaggdagshaldinum síggjast her

Takk fyri eitt gott tiltak, 3.flokkur.

Góðan flaggdag!