Seinastu tíðindi
Glyvra skúli nummar 2 til FM í skúlatalv
26. apríl 2023

Í dag vóru FM finalurnar í skúlatalvi. Glyvra skúli luttók fyri páskir í undankapping, ið var hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Tá gjørdust okkara børn nummar 2. Í dag vóru so tey bestu liðini úr øllum Føroyum samlaði í Havn, fyri at avgera FM heitið í skúlatalvi, fyri 3.- 4. flokkar, og okkara børn gjørdust nummar 2 samanlagt.

Hjartaliga til lukku við silvur krónunum. Tit eru ófør.

Helgi Dam Ziska skrivar soleiðis á Facebook bólkinum "Skúlatalv"

FM-finalurnar í skúlatalvi vóru í dag hildnar í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen í Havn. Seks lið høvdu vunnið sær pláss í hvørjari finalukapping umvegis undankappingar í Skúlanum við Løgmannabreyt og Víkingahúsinum í Sarpugerði fyri páskir. Í alt 112 lið ella knappliga 800 næmingar tóku lut í teimum fýra undankappingunum.

Í finaluni fyri næmingar í 3.-4. flokki sýndi Spírin somu sannførandi telving sum til undankappingina. Frítíðarskúlin við næmingum úr Skúlanum á Fløtum hevur luttikið í finaluni trý ár á rað – við nýggjum næmingum hvørt ár – og hesaferð eydnaðist teimum at vinna kappingina við 20 stigum. Liðið av Glyvrum var somuleiðis sannførandi og tryggjaði sær 2. plássið við 17 stigum. Í tøttum stríði við Hoyvíkar skúla fór Kollafjørður avstað við 3. plássinum við 15,5 stigum. Bara eitt hálvt stig skilti hesi bæði liðini. Samanumtikið var talan um eina tætta kapping, har øll liðini tóku stig frá hvør øðrum, og bara tveir dystir endaðu við størri muni enn 4-2.

Endaliga støðan:

1. Spírin – 20 stig

2. Glyvrar – 17 stig

3. Kollafjørður – 15,5 stig

4. Hoyvík – 15 stig

5. Keldan – 12 stig

6. Eiði – 10,5 stig