Seinastu tíðindi
Søguløta í Lamba skúla um Norsku Løvu
28. apríl 2023

Í dag vóru vit í Lamba til søguløtu og skattaveiðu við Sunnvu Lambavík.

Sunnva gav fyri jól, út bókina "Gull leyvan" ið er søga um eina gentu sum finnur eina gull leyvu í ánni, og sum abbin er vísur í stavar frá Norsku løvu, ið rak inn á Lambavík í illveðri 31.desember 1707.

Hølið, har søgan bleiv fortald, var pynta og var ein blanding av Norsku løvu tema, eini stovu og gomlu bygdini í Lamba.

Síðan var fari á skattaveiðu. Her skuldu børnini finna skattir og til seinast eisini skattakistuna.

Eitt sera gott tiltak. Takk fyri.