Seinastu tíðindi
Summarlesiavbjóðing
06. juni 2023

Summmarfrí! Tankin um sjálvt orðið fær okkum at droyma um langar ljósar dagar og hvíld, har øll eru leingi uppi um kvøldarnar og sova leingi um morgnarnar. Børnini gleðast um at sleppa undan øllum tí, sum hevur við skúla at gera, og tey vaksnu gleðast um at sleppa undan skúlatingum og matpakkum.

Men summarfrítíðin er eisini tíðarskeiðið, har gloppið millum tey, sum duga væl at lesa og tey, sum duga minni væl at lesa, veksur. Orsøkin er einføld: Venjing! Góðu lesararnir lesa eisini í summarfrítíðini.

So er spurningurin: skulu foreldrini brúka summarfrítíðina til at gera skúlating? Svarið er sjálvandi nei! Men tit foreldur kunnu skapa umstøður, so at børnini lesa til stuttleika og harvið menna lesingina í summarfrítíðini.

Nøkur uppskot:

· Latið børnini kappast um at lesa vegskeltir og onnur skeltir, tá tit fara ein biltúr.

· Gerið skattajakt, har børnini tekna skattakort og skriva loynilig brøv.

· Sendið teldubræv til teirra, sum eru uttanlands og ferðast - lat barnið skriva!

· Lat barnið skriva postkort til tey heima, um tit eru og ferðast.

· Lesur barnið í 20 minuttir um dagin, kann tað vera hálvan tíma longri uppi um kvøldið.

· Skrivið barninum eina heilsan, um tit fara til arbeiðis, og barnið er heima.

· Finnið eina góða bók (ella fleiri) at lesa saman.

· Fáið tykkum Summarlesiavbjóðingina hjá bókasavninum við Løkin og vinnið ein ís.

 

Góða summarfrítíð

Jenni Troest og Pálin Olsen, lesivegleiðarar