Fyrsti morgunsangur
17. august 2023
Í morgun var fyrsti morgunsangur, har allir flokkar vóru samlaðir til morgunløtu.
Á Glyvrum plagar Hans Michael at skipa morgunsangin, men av tí at hann lá sjúkur, so var tað Durita, ið skipaði løtuna saman við Jannet á klaverinum.
Vit gleddust um, at heilsa uppá hvønn annan aftur og bjóðaðu 1. flokki vælkomnum í skúla.
Ein hugnalig løta, við nógvum fittum barnasangum.
Vit ynskja øllum eitt gott og læruríkt skúlaár.