5.b tikið eplir upp
19. september 2023
Í vár setti 4.b niður eplir, á teigunum yvir móti Løkini.
Í dag ganga somu børn í 5.b og vóru spent at síggja hvussu nógv eplir nú mundu vera undir, fløgunum smáar 5 mánaðar seinni.
Vit settu um 80 eplir niður. Eplini eru nú løgd at turka, og í morgin fara vit at deila tey í 22 partar, so øll børnini fáa sín posa við eplum heim við.
Í skúlastovuni hava vit eisini tosa um hvussu eitt epli kann vaksa seg til eina plantu, og hvussu plantan kann gera fotosyntesu og goyma orkuna í eplum undir flagnum.
Fleiri myndir frá degnum síggjast her.
Eisini hugdu vit eftir hesum fitta film brotinum á Youtube, um hvussu man eisini kann seta eplir niður í eina spann, ið síðan virkar sum ein eplavelta.