1. (Øll)
Nú fækkast vetrarfjøldir,
nú sprettur um hvønn teig,
nú flúgva vársins tjøldur
við sangi inn í mai.
Niðurlag (Øll)
Klipp-klipp, klipp-klipp;
nú sprettur um hvønn teig,
nú flúgva vársins tjøldur
við sangi inn í mai.
2. (Dreingirnir)
Og yvir tún og teigar
nú fer eitt várligt lot;
ja, ger teg nú til reiðar,
nú fara vit á flot.
3. (Genturnar)
Og flytifuglameingið
á tig, á tig, á tig –
tað fegnast nú við sangi
og reiðrast lið um lið.