Summarferia.
Vit bæði, Símun Jóhann og Joan, ynskja øllum eina góða summarferiu. Vit síggjast aftur hósdagin 18. august 2022.
Vit bæði, Símun Jóhann og Joan, ynskja øllum eina góða summarferiu. Vit síggjast aftur hósdagin 18. august 2022.
Eg gevi tykkum hesa bókasavns lesiavbjóðingina í summarferiuni. Tit velja bøkur sjálvi. Tit kunnu velja bøkur, sum tit eiga heima ella tit kunnu fara á bókasavnið. Foreldrini kunnu gott hjálpa til við at skriva bókaummælini. Hetta er ikki eitt krav. Bara um tit hava hug:)
Øll børnini, sum lata bókaummælini inn á bókasavnið, fáa eitt gávukort til ein ís.
Tað er sera gott, at man lesur eitt sindur í summarferiuni, so man heldur lesingina við líka:)
Spælibólkarnir byrja aftur. Tit halda bara áfram, har vit steðgaðu seinast, og gera bólkarnar lidnar áðrenn summarfrítíðina.
Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bólkur 3 | Bólkur 4 | Bólkur 5 | Bólkur 6 | |
Oktober | Elisabeth | Bjarti | Vár | Bartal | Ester | Daniella |
November | Jósef | Súnfríður | Charlis | Ari | David | Marta |
Januar | Ingunn | Joel | Sanna | Jónas | Elinborg | Maria |
Februar | Sølvi | Aleksandur | Jóhan | Eyðun | Fríður | Armgarð |
Eins og avtalað á felags foreldrafundinum fara vit at hava spælibólkar. Meiningin við spælibólkum er at fáa betri vinaløg millum børnini, við at spæla við onkran, tey ikki vanliga spæla við, og at koma heim til hvørt annað at spæla. Einasta reglan er, at tað ikki er loyvt at brúka ”skerm” t.v.s. sjónvarp, playstation, iPad o.s.fr.
· Bólkarnir eru saman eina ferð um mánaðin
· Verturin velur ein passandi dag
· Børnini eru saman í uml. tveir tímar
· Tað er møtiskylda
Trivnaðarátak í flokkinum. Evnið "Floksvinir".
Hetta siga tey sjálvi.
Floksvinir: hjálpa - spæla saman - tosa pent - steðga, tá man sigur "steðgað" - boða frá - bjóða upp í spæl - gera ikki fortreð - skumpa ikki - biðja orsaka.
Arbeiðssetningurin í flokkinum:
Ver móti øðrum, sum tú vilt, at onnur skulu vera ímóti tær.
Joan Jacobsen tlf. 212980 (genturnar)
Símun Jóhann Samuelsen tlf. 267005 (dreingirnir)
Flokskonto: 6460-5152692