Tíðindi

Forskúladagur á Glyvrum mikudag 24. mai
Mikudagin 24. mai skipa vit á Glyvrum fyri árliga Forskúladegnum, har allir forskúlar í Føroyum koma saman. Dagurin byrjar kl. 9.30 og endar kl. 12. Vit møta tó á Brúnni sum vanligt, og opið er frá kl. 7.30.
Forskúlarnir, ið koma at vitja okkum, eru Forskúlin á Argjahamri, Forskúlin á Skála, Forskúlin á Eiði, Forskúlin í Sankta Frans skúla í Havn, Forskúlin í Kelduni í Skálafirði og Skúlaspírin í Eysturkommunu. 160 børn og vaksin koma at vitja okkum.
Skráin fyri dagin er henda:
kl. 9.30 Forskúlarnir koma við bussum (fáa eitt stað at heingja jakkar og seta skógvar)
kl. 9.45 Felagssangur og sangframførslur uppi á gongini
kl. 10.45 Matpakki (Brúgvin bjóðar skuffukøku og frukt omaná) og síðani frítt spæl uttandura og innandura
kl. 11.50 Felagsmynd
kl. 12.00 Dagurin endar (bussarnir koyra)
Vit á Brúnni venja sangirnar "Okkara tjaldur," "Lurta nú" og "Inni liggur tú líri" til sangløtuna forskúladagin.
Bestu heilsanir,
Starvsfólkini á Brúnni