Tíðindi

Tíðindabræv 12. apríl 2019
12.04.2019
Dagurin í dag hevur verið merktur av livandi høsnarungum, ið vóru og vitjaðu okkum á Brúnni, og gásarungum, ið eru eitt slag av mjúkum blómum, ið veksur á pílatrøum. Vit settu níggju smá pílatrø niður í garðinum hjá okkum. Vit hava sjálvandi eisini klipt og klistrað eitt sindur av páskapynti seinastu dagarnar. Tað hava børnini fingið heim við í gjár og í dag.
Tvær gentur, Anna Petra og Sofía Maria, hava eisini føðingardag í dag. Til lukku við degnum!
Nú er páskafrí, og vit møta aftur í forskúla týsdagin 23. apríl. Góða páskafrítið!
Bestu heilsanir,
Starvsfólkini á Brúnni

















































09.05.2025
Skrivliga próvtøkan hjá 8., 9. og 10. flokki verður 22. - 27. mai
29.04.2025
Starv sum varaskúlastjóri leyst at søkja
29.04.2025
Leys størv at søkja til komandi skúlaár
24.04.2025
Minningarløta fyri Esther Dahl Joensen
08.04.2025
Gummi Tarsan frumframførslu í gjár
03.04.2025