Tíðindi

Skúlastýrið bjóðar til tiltak 2. novembur.

21.10.2022

Skúlastýrið fyri Runavíkar kommunuskúla bjóðar til árliga felags foreldrafundin. Í ár verður evnið “At skilja støddfrøði og at læra uttanat”.

Linda Sunder, skúlastýrisforkvinna, bjóðar vælkomin og greiðir frá arbeiðinum í skúlastýrinum, áðrenn Ingi H. Højsted, lektari í matematikundirvísingini á Setrinum, sum kemur at halda fyrilestur, sum snýr seg um nýggjari rák innan støddfrøði undirvísing um at læra við fatan.

Tiltakið er í Løkshøll 2. november kl.19.00. Aftaná er ein drekkamunnur. Øll foreldur eru hjartaliga vælkomin.

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur