Tíðindi

9. flokkur kannar hjørtu, livur og lungu

12.01.2023

Í dag hevði 9.flokkur lívfrøði. Tey hava arbeitt við teimum ymisku gøgnum vit hava og í dag fóru tey so at hyggja nærri at hvussu hesi eru uppbygd.

Lærararnir høvdu tikið seyða mørar við í skúla, so næmingarnir kundu skera í hjørtu, livur og lungu. Síðan vóru mikroskop og stereoskop sett fram, til at hyggja nærri at uppbygnaðinum.

Viðfestar eru nakrar myndir frá teirra kanningar arbeiði.

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur