Tíðindi

Grækarismessuhald við Løkin og á Glyvrum
10.03.2023
Í morgun hava vit havt grækarismessuhald við Løkin og á Glyvrum.
Til morgunsangin við Løkin kl.8:45 hevði 4.flokkur skipað fyri eini hugnaligari løtu, og inni á Glyvrum byrjaði grækarismessuhaldið kl.10:00, har 3.b skipaði fyri.
Við Løkin sungu vit eina sirpu av góðum vársangum sum felagssang, og síðan sungu 4. flokkarnir tveir sangir.
Bæði næmingarnir við Løkin og á Glyvrum løgdu fram um Tjaldrið, hvar tað hevur verið og gleðina um, at Tjaldrið kemur aftur og boðar um, at nú gongur móti ljósari tíðum, og at várið og summarið nærkast.
Við síni styrki og fimi er Tjaldrið ein góður tjóðfuglur. Tað verjir seg og ungar sínar væl, og hetta gagnar øllum heiðafuglum.
Her er eitt stutt video frá tónleikapartinum við Løkin.







09.05.2025
Skrivliga próvtøkan hjá 8., 9. og 10. flokki verður 22. - 27. mai
29.04.2025
Starv sum varaskúlastjóri leyst at søkja
29.04.2025
Leys størv at søkja til komandi skúlaár
24.04.2025
Minningarløta fyri Esther Dahl Joensen
08.04.2025
Gummi Tarsan frumframførslu í gjár
03.04.2025