Seinastu tíðindi
Nýggjur varaskúlastjóri
12. januar 2024

Nú Jónleif Johannesen er farin í farloyvi sum varaskúlastjóri, er Fróði Hansen settur í hansara stað. 

Fróði er argjamaður, hann er útbúgvin lærari, hevur eina Master í Positivari Sálarfrøði frá Århus Universitet og eina Master of Science in Psychology frá California Coast University. Fróði hevur starvast sum lærari og samskipari á Lopfjølini í Havn síðani 2016.  

Fróði byrjaði í starvinum sum varaskúlastjóri tann 3. januar 2024.

Vit ynskja honum vælkomnum.