Myndasavn
Rithøvundavitjan 01.11.2024
Vit hava verið so heppin, at vit hava havt rithøvundavitjan. Tað var Ingun Christensen, sum hevur skrivað krabbabókina, Húsfrúgvin í Húsavík, sum vitjaði. Hon greiddi okkum frá um, hvussu hon fór í holt við at skriva bókina. Hon las eisini nøkur brot upp úr bókini og at enda var høvi at seta henni spurningar. Ein sera áhugaverdur dagur. Hon helt, at næmingarnir høvdu gjørt nakrar einastandandi flottar myndir til bókina.