Flokstíðindi
So er tað nú!
Mánadagin 2. september fara vit til Nesvíkar á seturskúla. Vit møtast á skúlanum kl. 8.00, og síðani fara vit øll við bussinum til Nesvíkar, har vit yvirnátta eina nátt.
At hava við:
· Soviposa og lak
· Tannbust og tannkrem
· Ítróttarklæðir og góðar skógvar
· Útiklæðir (eftir veðrinum)
· Skiftiklæðir, handklæði og shampoo
· Vælkomin at hava bomm/kips við
· Pengar at keypa bomm fyri
· Inniskógvar
Vit vilja fegin biðja um 4 skuffukøkur og 8 kg av bollum. Tit kunnu boða Nataliu frá á nr. 258419
Farið verður heim við bussinum týsdagin kl 11.30
Endamálið: at samansjóða næmingarnar
GG! Vit nýta ikki telefonir á seturskúlanum, og tí skulu telefonirnar liggja eftir heima.
Um serlig orsøk ger seg galdandi, ið kann merkja, at næmingurin má hava telefonina við, so skulu foreldur gera nærri avtalu við viðkomandi flokslærara.