Flokstíðindi

So er tað nú!

 

Mánadagin 2. september fara vit til Nesvíkar á seturskúla. Vit møtast á skúlanum kl. 8.00, og síðani fara vit øll við bussinum til Nesvíkar, har vit yvirnátta eina nátt.

 

At hava við:

·       Soviposa og lak

·       Tannbust og tannkrem

·       Ítróttarklæðir og góðar skógvar

·       Útiklæðir (eftir veðrinum)

·       Skiftiklæðir, handklæði og shampoo

·       Vælkomin at hava bomm/kips við

·       Pengar at keypa bomm fyri

·       Inniskógvar 

Vit vilja fegin biðja um 4 skuffukøkur og 8 kg av bollum. Tit kunnu boða Nataliu frá á nr. 258419

Farið verður heim við bussinum týsdagin kl 11.30

Endamálið: at samansjóða næmingarnar

 

GG! Vit nýta ikki telefonir á seturskúlanum, og tí skulu telefonirnar liggja eftir heima.

Um serlig orsøk ger seg galdandi, ið kann merkja, at næmingurin má hava telefonina við, so skulu foreldur gera nærri avtalu við viðkomandi flokslærara.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur