Tíðindi

Minningarløta fyri Esther Dahl Joensen

24.04.2025

Júst sum vit øll vóru farin í páskafrí, komu boðini at Esther Dahl Joensen var farin. Esther bleiv álvarsliga sjúk seinasta summar og andaðist fríggjadagin 11. apríl, bert 48-ára gomul. Esther starvaðist í 22 ár, sum skrivstovufólk í Runavíkar kommunuskúla. 

Í dag, 24. apríl, var minningarløta fyri Esther í Løkshøll. Durita Joensen, skúlastjóri, segði nøkur orð um Esther, og vit sungu saman. Eisini høvdu starvsfelagar sett saman eitt myndasavn av Esther, sum varð víst á stórskíggja.

Ein sera hjartanemandi løta fyri starvsfólk og næmingar.

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur