Heimasetningur
Smíð
- Smid kort - leika til utidrong.pdf (530 KB)
- Smid kort - ludo spæl.pdf (347 KB)
- Smid kort - aktivitetsveggur.pdf (431 KB)
- Smid kort - hamstrara villingarborg til Pokémon fan.pdf (253 KB)
Kæru foreldur
Vit hava avgjørt at øll felags boð verða løgd inn á heimasetningin. Annað samskiftið við lærararnar í flokkinum fer fram við telefon ella við vanligum samrøðum andlit til andlits. Eingin felags kunning verður løgd inn Facebookbólkin hjá flokkinum, og tí mugu tit fylgja væl við á heimasetninginum.
Tit kunnu ringja fram til klokkan 19, og senda boð aftan á klokkan 6.30 um morgunin.
Við vón um gott samstarv
Bartal, flokslærari, tlf. 281479
Sharon tlf. 275532
Pálin tlf. 223534
Vika 44
303
Í skúlanum: vit læra og lesa um eitrandi djór
í skúlanum: vit gera monster bomm
Be
Be
í skúlanum: vit hyggja liðugt eftir Family Pack
Nem mál í fjórða s. 50-55: bundin navnorð.
Lurta eftir Ronju Ránsmansdóttir + lesa uppá til í fríggjadagin.
Í skúlanum:
Lesa heimasetningin upp fyri einum floksfelaga.
Lurta eftir Ronju Ránsmansdóttir
Betri handskrift/frílesing/firvaldsbók.
Giftige dyr (at lesa til 30.10)
Hugskot, tá ið tit gera skúlating, tá ið barnið ikki veit, hvussu tað skal gera:
1. "Les uppgávuna upp fyri mær*". Ofta vita tey longu nú, hvat tey skulu gera. Barnið skal lesa upp, tí við at lesa upp, bæði sær, sigur og hoyrir barnið tekstin alt í einum.
2. "Hvat verður tú biðin um at gera?" Svarið er oftast í spurninginum til uppgávuna.
3. "Hvat gongur uppgávan út uppá?" Endamálið við uppgávuni. (T.d. at benda sagnorð, at duga betur at falda, duga betur at lesa).
4. Hvat skilir tú ikki?" Nú kunnu tit tosa saman um tað, sum barnið ikki skilir. Skal tað lesa, leita eftir svari og síðan skriva ella rokna?
5. "Hvør dugir at hjálpa tær?" Heima er hjálpin foreldur, systkin ella onkur annar. Í skúlanum kann hjálpin vera lærarin, ein floksfelagi ella ein stuðul.
*Hevur barnið lesi/skrivitrupulleikar, lesa tit upp, ímeðan barnið roynir at fylgja við í tekstinum, ella brúka lesi/skrivitøkni, um barnið hevur lært at brúka hesi amboðini.
Blíðar heilsanir
Pálin