Tíðindi
Mánakvøldið 03.10.2022 klokkan 19.00
19.09.2022
Mánakvøldið 3. oktobur kl. 19.00 bjóðar Runavíkar kommunuskúli foreldrunum til felags foreldrafund.
Á fundinum koma Gunnvør Højgaard og Osvald Jacobsen, lesilærarar, at greiða frá um orðblindi. Eisini kemur Magnus Pauli Hammer at greiða frá um, hvussu ein kann náa høgum málum, hóast ein hevur orðblindni.
Eftir fundin verða foreldrini bjóðað til ein drekkamunn í kantinuni. Tá verður møguleiki at melda seg til eitt stutt skeið, har orðblindalærarar koma at geva foreldrum førleika til at arbeiða við CD-orð og APP-um, sum kunnu verða góð hjálp hjá foreldrunum, tá tey skulu hjálpa børnunum við m.a. skúlatingum.
Runavíkar kommunuskúli
03.09.2024
Runavíkar kommunuskúli heitir á foreldur um at bíða við snildfonini
03.09.2024
Runavíkar kommunuskúli heitir á foreldur um at bíða við snildfonini
28.08.2024
Gula smiðja bjóðar inn til kunningar- og samstarvsfund
23.08.2024
Skrivari til Runavíkar kommunuskúla, farloyvisstarv
21.08.2024
Fólkadansur fyri børn og foreldur í Gulu smiðju
05.08.2024